Ísraelski herurin: Hava ikki sett 24 tíma freist

Ísraelski herurin viðgongur í dag, at tað fer at taka tíð hjá palestinum í Gaza at gera eftir áheitanini um at fara úr norðara parti av Gaza.

 

Harafturat noktar herurin at hava sett eina 24 tíma freist við áheitanini, sum ST annars hevur greitt frá.

Áheitanin til íbúgvarnar um at fara úr norðara parti av Gaza kom nakrar tíma fyri frásagnir um, at Ísrael dagin eftir fór at fremja hernaðarliga operatiónir í Gaza.