Ísrael sigur seg hava rakt 600 mál í Gaza

Bardagar hava eisini verið millum palestinskar og ísraelskar deildir har suðuri í Gaza og eystanfyri býin, Khan Younis.

Ísraelski herurin IDF sigur í tíðindaskrivi í morgun, at 600 hernaðarlig mál eru rakt, og at "tíggjutals yvirgangsfólk eru dripin..."

 

Upplýsingarnir eru ikki váttaðar av Hamas, ei heldur av óheftum keldum.

 

Pelestinar har norðuri í Gaza siga við tíðindastovuna Reuters, at nógv álop hava verið um hesar leiðin í nátt og í morgun.

 

Sambært Reuters hava fleiri ísraelsk álop verið í økinum kring sjúkrahúsini, Shifa og Al-Quds í Gaza-býi.

 

Bardagar hava eisini verið millum palestinskar og ísraelskar deildir har suðuri í Gaza og eystanfyri býin, Khan Younis.