Tað upplýsir stuðulsbólkurin The Palestine Prisoners Club, sambært AFP.
69 ára gamli Mohammed al-Tous hevur verið fongslaður í Ísrael síðani 1985.
Tous er limur í Fatah-rørsluni, sum fyrrverandi palestinski leiðarin, Yasser Arafat, stovnaði.
Sambært palestinska fangafelagnum er Tous á listanum yvir 200 fangar, sum eftir ætlan skulu latast leysir í staðin fyri at fýra ísraelskir gíslar verða leyslatnir.