Ísrael letur Olmert leysan eftir muturdóm

Fyrrverandi forsætisráðharrin fekk játtandi svar upp á umsókn um at verða royndarleyslatin og er farin úr geglinum í morgun

Fyrrverandi forsætisráðharrin fekk játtandi svar upp á umsókn um at verða royndarleyslatin og er farin úr geglinum.

 

Fyrrverandi ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, er í dag royndarleyslatin eftir at hava sitið fongslaður fyri mutur.

 

Olmert varð í fjør dømdur 19 mánaðir í fongsul í stórum muturmáli. Hann varð fyrr dømdur 27 mánaðir í fongsul við annan dómstól, men dómurin varð síðani linkaður.

 

Ehud Olmert, sum er tann fyrsti fyrrverandi forsætisráðharrin í Ísrael, sum hevur sitið fongsulsdóm, hevði onga viðmerking til fjølmiðlafólk, tá hann fór úr Maasiyahu-fongslinum.

 

Tann 71 ára gamli Ehud Olmert var forsætisráðharri frá 2006 til 2009. Hann hevur sitið fongslaður síðani februar í fjør.

 

Hann varð dømdur í fongsul eftir at vera funnin sekur í tveimum ákærum um at hava tikið ímóti mutri fyrst í 00'unum.

 

Hann varð funnin sekur í at hava tikið ímóti 60.000 shekel, sum er umleið 105.000 krónur, stóð í endaliga dóminum hjá hægstarætti.

 

Umsóknin um at verða royndarleyslatin varð gingin á møti hósdagin. Og tá ákærumyndugleikin ikki kærdi avgerðina, er Olmert nú fríur maður.

 

Ehud Olmert bað um at vera loystur úr embætinum sum forsætisráðharri í 2008. Tað hendir, eftir at løgreglan hevði mælt til, at ákæra varð reist ímóti honum.

 

Hann var tó sitandi til mars í 2009, tá leiðarin í Likud-flokkinum, Benjamin Netanyahyu var tikin í eið sum nýggur forsætisráðharri í Ísrael.

 

Olmert er nógv róstur fyri sín lut í arbeiðinum at endurbyrja friðartilgongdina við palestinar í 2007.

 

Verk hansara hevur tó ikki borið ávøkst, og muturgølan hevur spilt politiska eftirmæli hansara.

 

/ritzau/AFP