Israel kann ikki sýta palestinum sín stat

- Hetta kríggið fer ikki at geva Ísrael nakra trygd, og hetta kríggið fer ikki at føra til frið, sigur uttanríkisráðharrin í Jordan, Ayman Safadi.

- Einasti vegurin til frið í Miðeystri er at geva palestinum rættin til sítt egna land, sigur Ayman Safadi.

Jordanski uttanríkisráðharrin, Ayman Safadi, sigur, at Ísrael kann ikki tilláta sær at siga nei til eina loysn við einum palestinskum stati.

 

Hann vísir á, at ein heilur heimur er samdur um, at stríðið í Miðeystri skal loysast við, at tað verða tveir statir - Ísrael og so ein statur fyri palestinar.

 

- Vit kunnu ikki loyva einum víðgongdum og rasistiskum endamáli at seta dagsskránna, segði Ayman Safadi á veg á fund við uttanríkisráðharrarnar í ES í dag.

 

Jordanski uttanríkisráðharrin sigur, at einasti vegur til frið í Miðeystri er at geva palestinum rættin til sítt egna land.

 

- Hetta kríggið fer ikki at geva Ísrael nakra trygd, og hetta kríggið fer ikki at føra til frið, legði Ayman Safadi aftrat.

 

Jordan er ikki limur í ES, men ES sær Jordan sum eitt týdningarmikið land, ið hevur ein stabiliserandi leiklut í Miðeystri.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.

 

- Einasti vegurin til frið í Miðeystri er at geva palestinum rættin til sítt egna land, sigur Ayman Safadi.