Ferðslan um flogvøllin í Aleppo í Sýrialandi liggur í løtuni lamin, eftir at Ísrael hevur framt loftálop á flogvøllin í nátt.
Tað veit ríkisriknað sýriska tíðindastovan Sana at siga. Tíðindastovan endurgevur hernaðarkeldur hjá sýrisku loftverjuni.
Sambært sýrisku loftverjuni varð flogvøllurin raktur av rakettum, sum vórðu sendar upp úr Miðjarðarhavinum.
Ísrael hevur hert álopini á sýriskar flogvallir, tí landið vil forða fyri, at iranskir myndugleikar brúka sýriskt loftrúm til flutning av hernaðarútgerð.
Í Ísrael siga tey, at Iran brúkar sýriskar flogvallir til flutning av iranskari hernaðarútgerð til sameindar í Sýria og Libanon.
Tað er tíðindastovan NTB, sum í nátt ber hesi tíðindi frá útlendskum keldum.