Høvuðsstøðin hjá iranska kringvarpinum - IRINN - varð í dag rakt í einum ísraelskum álopi, og sambært keldum fór álopið fram, júst meðan støðin sendi beinleiðis.
Á livandi myndum sæst tíðindafólk uttanfyri bygningin, og úr bygninginum stendur bæði tjúkkur roykur og eldur, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.
- Eg veit ikki, hvussu nógvir av mínum starvsfeløgum eru deyðir ella særdir, sigur iranski tíðindamaðurin, Junes Shadlou, í beinleiðis sjónvarpi, meðan arbeiðsplássið hjá honum brennur í bakgrundini.
Hann leggur aftrat, at hann veit ikki, hvussu nógvir av hansara starvsfeløgum vóru inni í bygninginum, og sjálvur var hann á fyrstu hædd, tá bygningurin varð raktur.
Beinleiðis sendingin varð avbrotin eina løtu, men steðgurin var stuttur, og so sendi støðin aftur, og tíðindamaðurin sæst aftur á myndini uttanfyri bygningin.
Stutt eftir álopið á høvuðsstøðina hjá iranska kringvarpinum, segði ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, at "... iranska propaganda'in er við at hvørva..."
Í kvøld sigur ísraelski herurin, at rakettir aftur eru sendar úr Iran móti Ísrael, og Iran hevur heitt á íbúgvar í Tel Aviv um at rýma. IDF, sum er ísraelski herurin, sigur á Telegram í kvøld, at fleiri iranskar rakettir eru á veg móti norðara parti av Ísrael.
##med2##













