Talan er um ein kommandant í hernaðarliga felagsskapinum, sum verður stuðlaður úr Iran.
Hizbollah sendir við jøvnum millumbilum rakettir inn í Ísrael.
Ísraelska ávísin Haaretz lýsir mannin, sum læt lív í álopinum í dag, sum kommandant við ábyrgd fyri dronuálopum á Ísrael.
Hizbollah-leiðarin var í einum akfari, tá hann læt lív nærindis bústaðnum hjá einum øðrum høgtstandandi Hizbollah-leiðara, Wissam Hassan Tawil.
Wissam Hassan Tawil læt lív einum ísraelskum álopi í gjár.
Síðan Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober, og Ísrael seinni gjørdi innrás í Gaza, hevur Hizbollah skotið fleiri rakettir inn í norðara part av Ísrael.
Maðurin, sum læt lív í ísraelska álopinum í Libanon í dag, er sambært útlendskum miðlum, Ali Hussein Barji.