Sambært BBC harmast ísraelski herurin um eitt loftálop, sum varð framt móti eini flóttafólkalegu í Gaza jólaaftan.
Talan var um eitt álop á Maghazi-flóttafólkaleguna, og Ísrael sigur, at orsøkin til álopið, sum rakti sivilfólk, var eitt óhapp.
Heilsustýrið í Gazageiranum, sum Hamas ræður yvir, sigur, at í minsta lagi 70 fólk lótu lív í álopinum.
BBC endurgevur talsfólk fyri ísraelska herin, sum sigur, at tað var slagið av lóðuri sum gjørdi, at fleiri sivilfólk vórðu rakt í álopinum.
- Ísraelski herurin sigur eisini, at tey hava lært av tí, sum hendi, tá rakettin rakti Maghazi-flóttafólkaleguna jólaaftan, veit BBC at siga.











