Ísrael flytur fólk burtur eftir bardaga

Ísraelski herurin gav í dag boð um at flyta burtur fólk í norðara býnum Kiryat Simona eftir bardagar við herfólk frá Hizbollah fram við markinum til Libanon.

 

Ísraelskar trygdardeildir kann a eitt stað í býnum Kiryat Shoma, sum varð rakt a eini rakett, sum varð send úr Libanon. - Foto: Jalaa Marey/Ritzau Scanpix

– Fyri løtu síðani hevur Norðara Kommandoin kunnað borgarstjóran í býnum um avgerðina. Ætlanin skal fremjast av myndugleikunum á staðnum og Ferðafólkamálaráðnum saman við Verjumálaráðnum, stóð í boðunum frá ísraelska herinum.

Hizbollað militsin í Libanon, sum verður stuðlað av Iran, hevur í fleiri dagar skotið yvir markið millum Libanon og Ísrael.

Býurin Kiryat Shmona er á stødd við Tórshavnar kommunu við 22.000 íbúgvum.

Fólk eru áður flutt úr yvir 20 bygdum við markið millum Ísrael og Libanon.

/ritzau/AFP

 

Ísraelskar trygdardeildir kann a eitt stað í býnum Kiryat Shoma, sum varð rakt a eini rakett, sum varð send úr Libanon. - Foto: Jalaa Marey/Ritzau Scanpix