Ísrael fer at taka yvirskipaðu ábyrgdina av Gaza

- Ísrael er opið fyri møguleikanum av meta um "taktiskar" steðgir í krígnum - ein tíma her og ein tíma har - fyri at fáa neyðhjálp inn í Gaza ella at fáa gíslarnar leyslatnar.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at Ísrael fer at taka yvirskipaðu ábyrgdina av trygdini í Gaza eftir kríggið.

Tað sigur hann í samrøðu við amerikansku tíðindastovuna, ABC News.

 

- Hava vit ikki trygdarábyrgdina, enda vit við einum útbroti av Hamas-terrorismu, sum vit ikki duga at ímynda okkum, sigur ísraelski forsætisráðharrin.

 

Í samrøðuni endurtekur Benjamin Netanyahu, at tað er ikki aktuelt við nakrari "generellari" vápnahvíld í Gazageiranum, fyrr enn Hamas hevur latið gíslarnar leysar.

 

Hamas tók fleiri gíslar, tá lopið varð á Ísrael við stórum tali av rakettum hin 7. oktober - ella fyri einum mánaði síðan. 

 

Forsætisráðharrin sigur tó, at Ísrael er opið fyri møguleikanum av meta um "taktiskar" steðgir - ein tíma her og ein tíma har - í krígnum við Hamas.

 

Benjamin Netanyahu sigur, at slíkar løtur kunnu brúkast til eitt nú at fáa neyðhjálp inn í Gaza ella at fáa gíslarnar leyslatnar.