Hetta upplýsir ísraelski herurin.
Tað er í øllum førum aðru ferð hesa vikuna, at Ísrael fer eftir vápnagoymslunum hjá Hizbollah.
Loftálopið hendi bert nakrar fáar tímar eftir, at ísraelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, segði, at "álop á lóðurgoymslur í Libanon verða framd sum fyrireiking til alt, sum kann henda".
Hizbollah, sum er stuðlaður av Iran, upplýsir, at tey hava hevnt álopið í Bekaa-dalinum við at skjóta Katyusha-rakettir móti ísraelskum støðum í Golan-heyggjunum.
Mánakvøldið gjørdi Ísrael eisini álop á vápnagoymslurnar hjá Hizbollah í Bekaa-dalinum.
/ritzau/Reuters