Ísrael beint fyri høgtstandandi Hizbollah-leiðara

Ísraelski herurin framdi loftálop í syðra parti av Libanon í morgun, og sagt verður, at ein leiðari í Radwan-serdeildini hjá Hizbollah hevur latið lív.

Ísraelskt loftálop har suðuri í Libanon hava í dag kostað einum høgtstandandi Hizbollah-leiðara lívið.

 

- Leiðarin var partur av sonevndu Radwan-serdeildini hjá Hizbollah í økinum, veit tíðindastovan Reuters at siga.

 

AFP ber eisini tíðindini um deyða leiðaran, og tíðindini eru frá keldum, sum ikki eru navngivnar.

 

Sambært útlendskum miðlum hevði leiðarin ábyrgdina av Hizbollah-átøkum har suðuri í Libanon. 

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at ísraelski herurin framdi loftálop í hesum partinum av Libanon í morgun.

 

Hizbollah stuðlar Hamas í stríðnum í Gaza, og felagsskapurin verður stuðlaður úr Iran. 

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Tíðindastovurnar siga, at tað er Wissam Hassan Tawil, sum er dripin í Libanon.