Hamas hevur enn ikki latið ein lista við nøvnum á gíslunum, sum rørslan fer at lata leysar sum liður í eini avtalu. Tað boðaði skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, frá í kvøld.
Stutt frammanundan boðaði ein kelda hjá Hamas frá, at hernaðarliga palestinska rørslan hevði góðkent ein lista við nøvnum yvir 34 gíslar, sum Ísrael vil hava leyslatnar.
Ein avtala verður treytað av, um Ísrael tekur seg aftur og ger vápnahvíld, sigur ónevnda umboðið hjá Hamas víðari. Á tí punktinum hevur Hamas ikki sæð framgongd frá Ísrael, leggur keldan afturat.
Umboð fyri Ísrael og Hamas hava í løtuni óbeinleiðis samráðingar í Katar.
Umframt Katar luttaka eisini miðlarar úr USA og Egyptalandi.
Hamas boðaði leygardagin frá, at hernaðarrørslan vil fáa eina avtalu sum skjótast. Tað er tó ikki greitt beinanvegin, hvussu langt frá hvørjum øðrum partarnir eru.
Ísraelskar keldur siga, sambært blaðnum Times of Israel, at framgongd er í samráðingunum, men at tað framvegis eru fótonglar á vegnum til eina avtalu.
Hetta snýr seg serliga um talið av gíslum, sum skulu sleppa leysir í fyrsta lagi.
Ísrael óttast fyri, at tað ikki verða fleiri møguleikar, og vil tí hava so nógvar gíslar sum gjørligt leyslatnar í fyrstu atløgu, sigur ein ísraelskur embætismaður við blaðið.
Sambært ísraelsku kelduni hevur Hamas enn ikki givið nakran lista yvir, hvussu nógvir av teimum gíslunum, sum eru eftir, eru á lívi.
Sambært tíðindastovuni AFP er nýggjasta uppteljingin hjá ísraelska herinum, at tað framvegis eru 96 gíslar í varðhaldi hjá Hamas í Gazageiranum. Av teimum eru 34 hildin at vera deyðir.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur kallað ein hóp av ráðharrum til ein trygdarfund sunnudagin. Tað byrjaði klokkan 17 lokala tíð (15 okkara tíð), skrivar Times of Israel.
/Ritzau/