Leiðarin hjá ísraelsku verjuni, Herzi Halevi, ávarar nú um, at ísraelski herurin er til reiðar at verja seg, um stríðið millum Libanon og Ísrael harðnar.
- Vit eru til reiðar at leypa á í sama sekundi, sum tað kann gerast neyðugt, og vit hava skilt, at hetta kann henda. Vit kunnu lova, at okkara herur er sterkur.
Soleiðis sigur Herzi Halevi, sum er maðurin á myndini her omanfyri.
Fleiri samanbrestir hava verið millum Ísrael og Libanon tvørtur um landamarkið millum londini, siðan kríggið millum Ísrael og Hamas tók seg upp hin 7. oktober.
Norðari partur av Ísrael hevur mark til syðra part av Libanon og álopini, sum eru komin úr Libanon hevur serliga hernaðarligi bólkurin, Hizbollah, staðið fyri.
Hizbollah verður stuðlað úr eitt nú Iran, og Hizbollah stuðlar eisini Hamas, sum leyp á Ísrael við í túsundatali av rakettum hin 7. oktober.
Í dag sigur verjan í Libanon, at fýra fólk, sum eru í ætt við ein journalist, er dripin í ísraelskum álopi á Libanon.
Ísraelski herurin sigur á hinari síðuni, at ein ísraeli í dag er dripin í einum álopi úr Libanon.
Tað er norska Dagbladet, sum í kvøld ber hesi tíðindi frá útlendskum keldum, sum fylgja við gongdini í stríðnum í Miðeystri.