Ísrael sendi í morgun rakettir móti Iran í einum álop, sum sambært einum ónevndum ísraelskum verjuembætismanni hevur verið ætlað í fleiri mánaðir og er samskipað við USA.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Dagurin fyri álopini varð endaliga ásettur fyri vikum síðani, stendur í fráboðanini.
Ónevndir amerikanskir embætismenn upplýstu fyrr í morgun, at amerikansk álop vóru á veg móti Iran, skrivar CNN.
Í einum videobroti á sínum sosiala miðli Truth Social váttar amerikanski forsetin, Donald Trump, at USA nýliga hevur sett álop í verk móti Iran.
– Tín frælsisstund er nærkast, sigur hann við iranar, sambært tíðindastovuni AFP.
Forsetin bjóðar limum í iranska herinum eitt val millum "immunitet" ella "vísan deyða".
Amerikansku álopini verða framd bæði úr luftini og úr sjónum, sambært amerikansku embætisfólkunum.
Ein av amerikansku embætismonnunum skal eisini hava sagt, at hetta er "ikki eitt lítið álop".
Amerikanarar ætla at fara eftir hernaðarligum málum, verður lagt afturat.
Enn eru ongar fráboðanir um, at amerikansku álopini hava rakt Iran.
Fráboðanirnar um álopini í Iran komu inn klokkan seks í morgun okkara tíð.
Her upplýsti ísraelski verjumálaráðharrin, at Ísrael hevði framt "fyribyrgjandi" álop í Iran.
Spreingingar hava eisini verið at hoyrt í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, skrivar tíðindastovan Reuters, sum eisini boðar frá royki yvir býnum.
Fleiri lond, so sum Ísrael, Iran og Irak, hava stongt loftrúmið fyri vanligari flogferðslu, eins og skúlarnir eru stongdir í Ísrael.
Umleið klokkan 07:30 skrivaði iranska tíðindastovan Tasnim, at sjey rakettir høvdu rakt nærindis forsetahúsinum og økinum, har ovasti leiðarin í Iran býr - uttan at fara nærri í smálutir um, hvørt talan var um bústað hansara.
Bæði iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, og ovasti leiðarin í landinum, Ayatollah Ali Khamenei, eru fluttir til trygg støð, skriva iranskir almennir miðlar, sambært fronsku tíðindastovuni AFP.
/Ritzau/











