Ísrael: 726 ísraelskir hermenn dripnir seinasta árið

Sambært Reuters upplýsir Ísrael, at 380 hermenn vórðu dripnir 7. oktober 2023, og at 346 síðani eru deyðir í Gaza

Sambært heilsumálaráðnum í Gaza, sum er undir ræði av Hamas, eru í minsta lagi 41.870 palestinar deyðir í álopunum hjá Ísrael. (Savnsmynd). - Mynd: Ariel Schalit/Ritzau Scanpix

Ísrael hevur morgun almannakunngjørt fleiri tøl, sum fevna um seinasta árið, sum landið hevur ført kríggj í Gaza.

Sambært Ísrael hevur herurin í landinum bumbað 40.000 mál, funnið 4.700 tunlar og oyðilagt 1.000 rakettstøðir.

Tað upplýsir herurin sambært Reuters.

Í dag er eitt ár síðani, at Hamas framdi eitt álop móti Ísrael, sum síðani hevur framt eina langa røð av álopum í Gaza.

Sambært herinum eru 726 ísraelskir hermenn dripnir síðani 7. oktober í fjør. Talið fevnir um hermenn, hvørs nøvn herurin hevur fingið loyvi at almannakunngera.

Sambært Ísrael doyðu 380 av teimum 7. oktober, meðan 346 hava latið lív í bardøgunum í Gaza, sum hava verið síðani 27. oktober í fjør.

Harumframt hava tilsamans 4.576 hermenn fingið skaða, stendur í fráboðanini.

Umleið 1.200 fólk vórðu dripin undir álopinum hjá Hamas móti Ísrael 7. oktober 2023, og umleið 250 fólk vórðu rænd. Gíslarnir vórðu fluttir til Gaza.

Síðani tá hevur Ísrael verið í kríggi við Hamas í Gaza og hevur dripið túsundtals fólk og elvt til víðfevndar oyðileggingar. Sambært heilsumálaráðnum í Gaza, sum Hamas hevur ræði á, eru í minsta lagi 41.870 palestinar deyðir í álopunum.

Í tølunum, sum Ísrael legði fram í dag sæst eisini, at ísraelski herurin hevur rekruterað 300.000 herfólk, síðani kríggið brast á. Av hesum eru 82 prosent menn, 18 prosent kvinnur og næstan helmingurin millum 20 og 29 ár.

Seinasta árið hevur ikki verið stríð millum Ísrael og hernaðarligu Hamas-rørsluna. Fleiri aðrir flokkar hava eisini lagt seg uppí

Herurin sigur í dag, at síðani kríggið byrjaði í fjør, eru 13.200 rakettir skotnar móti Ísrael úr Gaza, 12.400 rakettir úr Libanon, 60 rakettir úr Sýria, 180 rakettir úr Jemen og 400 rakettir úr Iran.

Ísraelska stjórnin hevur kallað álopið 7. oktober 2023 fyri "deyðiligasta álopið á jødar síðani Holocaust".

 

/Ritzau/

 

Sambært heilsumálaráðnum í Gaza, sum er undir ræði av Hamas, eru í minsta lagi 41.870 palestinar deyðir í álopunum hjá Ísrael. (Savnsmynd). - Mynd: Ariel Schalit/Ritzau Scanpix