Íslendskur ráðharri vant ælabogaflaggið á stong

Veitrar uttanfyri Aðalkonsulát Íslands Tórshavn

Faroe pride skrúðgongan verður í dag og tí varð ælabogaflaggið, fyri fyrstu ferð, vundið á stong uttanfyri íslendska konsuláti í Havn.

 

Tað vórðu íslendski ráðharrin í almanna- og arbeiðsmálum og norðurlendskum samstarvi, Guðmundur Ingi Guðbrandsson, íslendski aðalkonsulurin Ágústa Gísladóttir og Annika Ró Samuelsen úr LGBT+ Føroyum, sum vundu flaggi á stong.