Íslendskur føroyingur skal vinna fyri Danmark

Hans Ottar Lindberg er ættaður úr Íslandi og Føroyum – og spælir fyri Danmark

Danska hondbóltshetjan, Hans Lindberg, er í eini tvístøðu, nú Danmark skal møta Íslandi í semifinalurin í HM í hondbólti í Qatar. Tí Hans Lindberg er hálvur íslendingur.

 

– Bæði foreldur míni eru úr Íslandi. Men abbi og omma eru føroyingar og fluttu til Íslands, har pápi mín er føddur, sigur hann við danska Ekstra Bladet.

 

Hans Lindberg hevur tí nógva familju í Íslandi, og haðani fær hann nógvar heilsanir.

 

– Mamma og pápi hava fimm systkin í part, so eg havi nógv systkinabørn haruppi, sigur hann.

 

– Og tey halda sjálvandi við Íslandi – og við mær, tá vit ikki spæla ímóti Íslandi. Men tað gera vit faktiskt næstan altíð. Eg minnist faktiskt einki endaspæl, har vit ikki spæla ímóti Íslandi, sigur hann.

 

Hans Ottar Lindberg sigur við Ekstra Bladet, at foreldur hansara eru í tvístøðu, hvørjum tey skulu halda við.

 

– Tey siga, at tey vilja halda við mær, men tey hava tað trupult við ikki at halda við Íslandi... Men eg haldi, at tey umsíðir eru komin har til, at tey heldur vilja hava meg at vinna, sigur hann.