Íslendsku reiðararnir eisini misnøgdir

Stjórin í íslendska reiðarafelagnum, Kolbeinn Árnason, undrast á tað, sum er hent í makrelmálinum teir seinastu dagarnar.

Tað eru ikki bara teir íslendsku politikararnir, sum eru misnøgdir við, at Føroyar, Noreg og ES hava gjørt semju um makrelbýtið uttan um Ísland. 

 

Stjórin í íslendska reiðarafelagnum, Kolbeinn Árnason, undrast á tað, sum er hent í makrelmálinum teir seinastu dagarnar. 

 

-Eg var av teirri fatan, at partarnir vóru givnir við royndini at fáa semju við norðmenn, og at samráðingarnar tí slitnaðu seinasta mikudag. Men síðani er okkurt hent, og har hava vit verið hildnir fullkomiliga uttanfyri, sigur stjórin í reiðarafelagnum við blaðið Vísir. 



Kolbeinn Árnason undrast eisini á, at tann ásetta heildarkvotan er so nógv størri enn tað vísindaliga tilmælið. Hann sigur, at leggja vit saman tey tølini, sum hinir partarnir hava tillutað sær, gevur tað knappliga 1,1 millión tons, og tá hava íslendingar, grønlendingar og russar einki fingið. Verður alt lagt saman, kemur heildarveiðan upp á 1.450.000, meðan tilmælið hjá vísindamonnunum er 890.000 tons. 

 

-Hetta sampakkar illa við tað, sum stóð at lesa í tíðindaskrivi frá ES, har tað stóð, at partarnir áttu at fylgja tí vísindaliga tilmælinum. Hvørjum endar hetta við, spyr Kolbeinn Árnason. 

 

 

Allir møguleikar royndir

Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, segði í gjárkvøldið, at hon hevði sjálvandi ynskt, at Ísland var við í semjuni, men at tað var eitt stórt framstig, at tríggir av pørtunum eru vorðnir samdir. 

 

-Norska áskoðanin var, at allir møguleikar at fáa Ísland við í semjuna vóru royndir uttan úrslit, og okkara fatan var, at aðrir partar vóru av somu áskoðan. Tað vóru fleiri viðurskifti, sum forðaðu fyri, at allir teir fýra partarnir kundu semjast, segði norski ráðharrin. 



Sambært semjuni, sum Føroyar, Noreg og ES skrivaðu undir í London í gjár, er makrelkvotan hjá ES 611.000 tons, hjá Noregi 279.000 tons og hjá Føroyum 156.000 tons. Sátmálin er galdandi til 2018.