Íslendskt kór vitjar Føroya


Næsta vikuskiftið kemur íslendskt kirkjukór til Føroya at hava tvær konserttir.

 

Talan er um Kirkjukór Laugalandsprestakalls, sum kemur til Føroyar og fer at hava konsert í Havn og í Klaksvík fríggjadagin 14. mars og leygardagin, 15. mars.

 

Kórið er úr Eyjafjarðarsveit, sum er ein kommuna beint við Akureyri, sum er størsti býur á Norðurlandinum.

 

Kórið varð stovnað í 2001 og tað eru einir 30 sangarar í tí.

 

Kórið syngur fast í fimm kirkjum og nú, tey koma til Føroya, er hetta fyrsta uttanlandsferðin hjá tí.

 

Á konsertunum fara tey at syngja íslendskar og aðrar sálmar, umframt bæði eldri og nýggjar íslendskar fólka- og fosturlandssangir –og so er eitt føroyskt verk eisini á skránni.