Ein kann bara lyfta hattin av í virðing fyri tí, sum íslendingar avrika í ítrótti, og kanska spyrja tann rannsakandi spurningin hví so stórur munur er á teirra avrikum og okkara?
Stóra landið Týskland er vorðin evropameistari í manshondbólti við íslendskum høvuðsvenjara. Dagur Sigurðsson er tjóðarhetja í Týsklandi nú, og frá hondbóltsviðmerkjarum fær hann rós fyri sínar taktisku disposisjónir, og fyri sítt arbeiði at seta upp týska liðið til teir avgerandi dystirnar í EM endaspælinum í Póllandi, sum júst er liðugt.
Í sínari tíð spældi Dagur Sigurðsson 215 landsdystir fyri Ísland, og skeyt 397 mál. Dagur Sigurðsson hevur eisini verið landsliðsvenjari hjá eysturríkska manslandsliðnum í hondbólti við góðum úrslitum.
Verandi heims, evropa og olympisku meistararnir í kvinnuhondbólti, Noreg hevur eisini ein íslending við stýrisvølin. Þórir Hergeirsson er eisini tjóðarhetja í Noreg við sínum framúr avrikum við norska kvinnulandsliðnum.
Guðmundur Guðmundsson hevur enn ikki avrikað so væl fyri Danmark. Guðmundur Guðmundsson skal nú royna at føra Danmark til OL endaspælið í Brasil, sum verður í summar.