Í Power stairs ræðður um at bera nøkur lodd upp ígjøgnum einar trapper, ið eru seks trin til hæddar. Trý lødd skulu fáast upp, og hvørt av hesum vigar 200 kilo.
Myndir frá kappingini síggjast HER
Tað, sum tók mestu tíðina í hesi kappingini, var, tá dómararnir skuldu fáa loddini niður aftur, tí sterku menninir syftu loddini, sum vóru tað ølkassar ella har á leið.Tá dómararnir høvdu knossað loddini upp á pláss tríggjar ferðir, gjørdu teir av at fáa hendur á eini lyftistong, so teir tveir og tveir í felag kundu fáa tungu vektirnar aftur á gólvið.
Skjótastur at lyfta vektirnar, var íslendski Haftur, men tað var sera tæt millum luttakararnar. Fyri Boga Hammer var talan um nær við og næstan. Hann gjørdist nummar fimm, men tað vóru bara 12/100 av einum sekundi upp til triða plássið, sum hevði givið fýra stig.
Málið hjá Boga Hammer undan kappingini var at halda seg av aftasta sessinum, og í løtuni er ájavnur norska Ole Martin Hansen í hesum stríðnum
Power stairs
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 27,16
Ole Martin Hansen (NOR) 28,09
Sebastian Davidsson (SVØ), 28,78
Nicolai Hansen (DK), 28,88
Bogi Hammer (FR) 28,90
Laurence Shahlaei (UK) 30,97
Samlaða støðan
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 19
Laurence Shahlaei (UK) 16
Sebastian Davidsson (SVØ), 15
Nicolai Hansen (DK), 12
Bogi Hammer (FR), 10
Ole Martin Hansen (NOR) 10
Hinar kappingarnar
Tyre-Flip
Sebastian Davidsson (SVØ), 28,94 sek
Laurence Shahlaei (UK) 30,26
Ole Martin Hansen (NOR) 31,41
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 32,31
Nicolai Hansen (DK), 36,22
Bogi Hammer (FR), 36,50
Truck-pull
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 30,5,
Bogi Hammer (FR), 38,03
Laurence Shahlaei (UK) 40,38
Nicolai Hansen (DK), 45,69
Sebastian Davidsson (SVØ), 50,66
Ole Martin Hansen (NOR) 61,47
Grip
Laurence Shahlaei (UK) 39,19 sek
Nicolai Hansen (DK), 33,03
Haftur Bjørnsson (ÍSL) 30,72
Sebastian Davidsson (SVØ), 28,88
Bogi Hammer (FR) 15,84
Ole Martin Hansen (NOR) 11,18









