Íslendski mentamálaráðharrin á Atlantic Fair

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er í dag og í morgin vertur fyri ráðharrafundi millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er í dag og í morgin vertur fyri ráðharrafundi millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar.

 

Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum, har Marianne Jelved úr Danmark, Illugi Gunnarsson úr Íslandi, Alice Bah Kuhnke úr Svøríki, Johan Ehn úr Álandi og Bjørn Kalsø úr Føroyum hittast.

 

Ein teirra, Illugi Gunnarsson, mentamálaráðharri úr Íslandi, vildi fegin til Klaksvíkar, tí har hevði hann onkran kenning frá, tá ið Norðuratlantiska húsið í Odense læt í nov. 2013 – teirra millum Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini.

 

Men hann vildi eisini fegin hitta borgarstjóran, Jógvan Skorheim og annars vera við, tá ið Atlantic Fair varð sett kl. 10.30 í morgun. Tí møttu Illugi Gunnarsson og Bjørn Kalsø, mentamálaráðharrar við fylgi upp í Klaksvík kl. 9.30 í morgun.

 

Byrjað varð við einum morgunmatarborði, sum borgarstjórin beyð, har embætisfólk vóru til staðar og hevði Illugi umframt tey, eisini Magnús Geir Thórðarson, útvarpsstjóra og Thórður Guðjónsson, sendimann Íslands í Føroyum við sær.

 

Eftir setanina av Atlantic Fair, sum borgarstjórin og løgmaður stóðu fyri, varð farið runt um í høllunum at vitja teir mongu framsýnararnar og var ferðalagið hugtikið av umstøðunum og teimum mongu, ið høvdu so nógv ymiskt og áhugavert at sýna fram.

 

Eisini var skipað fyri eini framløgu um Granskingarráðið og virki tess, sum Illugi Gunnarsson, mentamálaráðharri úr Íslandi var serliga áhugaður í. Síðani bjóðaði Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska skúla til døgurða, sum kokkanæmingar hjá skúlanum stóðu fyri.

 

Ein framúr góð og breið matskrá, ið vísti, at kokkaskúlin ikki er bara nakað so hissini.

 

Eftir døgurðan víst Rúni Heinesen, skúlastjóri runt í køkinum og greiddi annars frá útbúgvingini. Illugi saman við starvsfelaga sínum, Birni, var hugtikin av eini góðari byrjan í Klaksvík, sum hevði so nógv at bjóða, upp á tveir drúgvar á áhugaverdar dagar saman við øllum hinum norðurlendsku mentamálaráðharrunum, hvørs skrá í Norðurlandahúsinum var rúgvusmikil.