Í hesum døgum er ein íslendskur kongur í Føroyum og vitjar.
Ikki ein rættiligur kongur. men ein tónleikakongur.
Tað er íslendski tónleikarin við klingandi navninum, Johnny King, um er í Føroyum.
Tonleikurin er Country og hesin íslendski Country- kongur fer at spæla í Havn, á Tvøroyri og aðrastaðni við, hesar dagarnar, hann er í Føroyum.
Møguliga verður hann at hoyra á Vestanstevnu.
Men tað, sum liggur fast, er, at í annaðkvøld, og leygarkvøldið, fer hann at spæla í Hollywood í Havn.
Og tað liggur eisini fast, at hann fer at spæla á Jóansøku á Tvøroyri. Tað verður í klubbanum og tá fær hann báði Sólvu og Bergmenn at hjálpa sær.
Eina fløgu á baki
Johnny King er vældámdur og nógv eftirspurdur tónleikari kring alt Ísland og hann hevur givið eina fløgu út við country tónleiki.
M.a. hevur hann spælt saman við kenda, íslendska tónleikarnum, Hallbjørn Hjartarson.
Tað er Studio 93, sum hevur fingið Føroya Ferðina hjá konginum ílag, men báði Atlantsflog og Icelandair hava stuðlað tiltakinum.
Í Føroyum ætlar hann at taka upp til eina fløgu saman við føroyskum tónleikarum, men fløgan skal ljóðblandast í Nashwille í USA.
-áki-