Í allan dag hevur ein bólkur av íslendskum listafólki ferðast enda Suðuroy úr enda í annan, at kveikja sær hugflogið til nýggj listaverk.
Sámal Bláhamar, sum skipar fyri ferðini, sigur, at tey hava verið heilt úr Sandvík til Sumbiar og endaðu í Fámjin, áðrenn tey fara aftur umborð á Smyril.
Nógva staðni hava tey steðgað á, har tey hava tekna sær skitsur, ella tikið myndir at taka heim aftur við sær við tí fyri eyga at gera listaverk burtur úr.
Eitt serligt upplivilsi fingu tey í Vági, har tey vitjaðu Ruth Smith Savnið, har Jóannes Nolsøe, greiddi teimum frá og seinni fór alt ferðaliðið út í Kirkjuna, har hann helt eina lítla konsert fyri teimum.
Ætlanin er so at gista umborð á Smyrli í nátt, áðrenn leiðin gongur norður aftur til Havnar í morgin árini. Á myndini eru listafólkini avmyndað í Akrabergi. |