Íslendingar hava júst vunnið 29-27 á Makedonia í millumbólki 1 í EM-endaspælinum í hondbólti.
Dysturin endaði fyri júst løtu síðani. Støðan í steðginum var 14-11 til Ísland. Makedonar góvust tó ongantíð, og teir fingu trýst íslendingar í seinna hálvleiki. Tað var ikki fyrrenn í teimum doyggjandi sekundunum, at frændir okkara tryggjaðu sær sigurin. Björgvin Páll Gústavsson í málinum gjørdi stóran mun við 16 bjargingum. Hann bjargaði eisini tveimum brotskøstum. Sum so mangan áður, so var livindi legendan, Kiril Lazarov toppskjútti hjá Makedonia. Í dag fekk Kiril Lazarov sjey mál.
Íslendingar hava nú fimm stig fyri fýra dystir. Danmark hevur seks stig fyri tríggjar dystir, Spania hevur fýra stig fyri tríggjar dystir, Ungarn hevur trý stig fyri tríggjar dystir, Makedonia hevur tvey stig fyri tveir dystir. Eysturríki hevur einki stig.
Málskjúttar Íslands:
Guðjón Valur Sigurðsson - 6 (2 brotskøst)
Ásgeir Örn Hallgrímsson - 6
Róbert Gunnarsson - 4
Þórir Ólafsson - 3
Ólafur A. Guðmundsson - 3
Snorri Steinn Guðjónsson - 2
Gunnar Steinn Jónsson - 2
Vignir Svavarsson - 1
Rúnar Kárason - 1
Bjarki Már Gunnarsson - 1