Íslendska manslandsliðið fyrireikar seg til EM-endaspælið í Týsklandi við tveimum venjingardystum móti Eysturríki á útivølli.
Í kvøld var fyrri dysturin móti Eysturríki leiktur í Wien. Dysturin endaði við 33-28 sigri til Ísland, ið var á odda 19-14 í steðginum.
Mánadagin klokkan 17.10 møtast liðini aftur í Linz.
Toppskjúttar hjá Íslandi: Elliði Snær Viðarsson 8, Bjarki Már Elísson 4, Ómar Ingi Magnússon 4/1, Aron Pálmarsson 3, Gísli Þorgeir Kristjánsson 3.
Ísland er í innleiðandi bólki C í München, har Ungarn, Serbia og Montenegro eru mótstøðuliðini.
Komandi fríggjadag klokkan 17 spælir Ísland fyrsta dystin móti Serbia.