Íslendski EM-dreymurin var út fyri einum lítlum afturstigi, tá íslendingar í gjárakvøldi taptu 1-2 ímóti einum sterkum kekkiskum liði á útivølli í Plzen. Ìslendingar fingu annars eina dreymabyrjan, tá Ragnar Sigurðsson stútaði teir framum longu í 9. minutti. Kekkar javnaðu tó beint undan steðginum, og íslendingar vóru so óhepnir at gera sjálvmál, tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki.
Niðurlond reistu seg við einum knúsandi 6-0 sigri á Lettlandi í Amsterdam, samstundis, sum turkar vunnu 3-1 á Kasakstan. Kekkia er á odda eftir fýra umfør í bólki A við 12 stigum. Ìslendingar hava níggju stig, og Niðurlond hava seks stig. Íslendingar hava tó tveir dystir ímóti botnliðnum, Kasakstan komandi ár, og ein heimadyst ímóti Lettlandi, so vónirnar eru kortini ikki heilt sørar hjá okkara frændum at røkka EM-endaspælinum í Fraklandi í 2016.
Næsta ár taka íslendingar ímóti kekkum í Reykjavík, og skulu eisini spæla útidystir ímóti Turkalandi og Niðurlondum.