Íslendska fótbóltslandsliðið liggur til at skriva søgu. Í EM-undankappingarbólki A liggur Ísland á øðrum plássi, trý stig aftanfyri Kekkia, og trý stig frammanfyri Niðurlond. 28. mars spælir Ísland á útivølli ímóti Kasakstan, har teir ætla at halda fast um annað plássið, sum gevur beinleiðis atgongd til EM-endaspælið í Fraklandi á sumri í 2016.
Íslendingar hava tveir dystir ímóti Kasakstan, og ein heimadyst ímóti Lettlandi í hesum árinum, so møguleikarnir fyri at røkka, ið minsta lagi einum triðja plássi í EM-undankappingarbólki A, sum hevði givið tveir play-off dystir eru avgjørt til staðar.
Og íslendingar ætla ikki at lata tilvildina ráða, tá teir gera klárt til tað teir vóna verður eitt søguligt ár fyri fótbóltslandsliðið. Fríggjadagin 16. januar og mánadagin 19. januar spælir Ísland tveir venjingardystir ímóti Kanada. Hesir dystirnir verða báðir spældir í Florida í USA. Talan verður tá um eitt íslendskt landslið við fleiri eykamonnum, sum venjarin, Lars Lagerbeck ætlar skulu fáa møguleikan at royna seg í landsdysti. 31. mars spæla íslendingar venjingardyst ímóti Estlandi á útivølli.