Íslendska fótbóltslandsliðið við svenska landsliðsvenjaranum, Lars Lagerbäck á odda er farið í holt við fyrireikingarnar til EM-endaspælið í Fraklandi komandi summar, har Ísland tekur lut í einum endaspæli í fótbólti fyri A-landslið á fyrsta sinni.
Fyrstu liður í fyrireikingunum hjá íslendingum eru tveir venjingardystir í november. Fríggjakvøldið 13. november spæla íslendingar venjingardyst ímóti Póllandi í Warszawa, og týskvøldið 17. november spæla íslendingar venjingardyst ímóti Slovakia í Zilina.
Pólland og Slovakia hava eisini vunnið seg í EM-endaspælið. Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45, og til ber at fylgja frændum okkara á RÚV, sum m.a. sæst hjá Televarpinum.
Aftaná nýggjár er ætlanin, at íslendska landsliðið skal spæla fleiri aðrar venjingardystir, áðrenn EM-endaspælið byrjar 10. juni. Íslendingar og føroyingar leika mangan venjingardystir, men enn liggur ikki í kortunum, at føroyingar og íslendingar møtast í einum venjingardysti undan EM-endaspælinum. Men ein slikur dystur hevði tikið seg væl út á Tòrsvølli.