TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Símun Samuelsen, sum er hálvur íslendingur, og hevur spælt í bestu íslendsku fótbóltsdeildini seta orð á íslendska fótbóltsbragdið, nú frændur okkara, sum minsta tjóð nakrantíð hava spælt seg til eitt endaspæl í fótbólti. Ìslendingar verða í pottinum, tá takast skal lut um EM-bólkarnir í París 12 desember.
Símun heldur, at ein avgerandi faktor er, at íslendingar eru stoltir av sínari ítrótt. Hetta tvinna við teirra góða hugburði, og teirra góðu umstøðum við innandura hallum er avgerandi. Símun heldur Ìsland kann gera ein góða figur til komandi EM-endaspæl, sum verður í Fraklandi komandi summar.
Vit bóu eisini Símun um eina meting av dystinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í Finnlandi í annaðkvøld. Hoyr eisini hvat Sìmun tippar Finnland-Føroyar.










