Islands Badminton Event 2007

Badmintonkappingin er av á hesum sinni, og ikki kann sigast annað, enn at føroyingar hava verið í heiðursmerkjahýri. –Hetta eru bestu leikir nakrantíð hjá Føroyum, og eru vit bæði stolt og ovurfegin, fortelur ein glaður Tobias Effersøe, landsliðsvenjari

BADMINTON

Niels Petersen

niels@sosialurin.fo


Heiðursmerkini

føroyska badmintonlandsliðið hevur megnað at vunnið flerir heiðursmerkir á leikunum í Grønlandi. Heili 5 heiðursmerkir blivu tað til og vóru tær deildar yvir; eitt gull-, tvey silvur- og tvey bronsuheiðursmerkir.


Harradouble

Í harradouble megnaðu vit at vinna eitt bronsu heiðursmerki. Flóvin Mikkelsen og Aksel Poulsen framdu eitt satt bragd, áðrenn hálvfinaluna. Teir vunnu á tveimum sera stinnum og royndum leikarum frá Gotlandi.

Í hálvfinaluni fingu okkara menn tó ongantíð fatur í okkara egna spælið, ið hevði borið okkum fram gjøgnum kappingina, t.e., tað áleypandi spælið við ovmikið av smash-um. Tað verður fortalt úr Grønlandi, at tað ikki bara vóru okkara, ið ikki fingu spælið at glíða, tað var eins væl orsakað av at mótstøðan megnaði at leggja eitt stórt press á okkara menn, ið teir ikki megnaðu at knúgva.


Harrasingle

Í harrasingle eydnaðist tað øllum at koma víðari frá bólkunum. Tíverri møttu

Aksel Poulsen og Rógvi Poulsen hvørjum øðrum, í fyrsta dysti aftaná bólkaspælið.

Í fjórðingsfinaluni høvdu vit heili tríggjar spælarar – Aksel Poulsen, Niclas Eysturoy

og Flóvin Mikkelsen. Serliga Niclas var sera tætt uppá at koma víðari, men mátti

taka til takkar við einum tapi í trimum settum, ímóti einum sera vælleikandi Bjørn Erikson frá Gotlandi – kanska besti leikarin á harrasíðuni í kappingini.

Úrslitið gjørdist 1-2 (21-15, 19-21 og 17-21).

Flóvin og Aksel spældu báðir ein frálíkan dyst, men vórðu endaliga útslignir av ávíkavist sig slået i

to sæt afJonas Anderson (Gotland) og Bror Madsen (Grønland).

Úrslitið hjá Flóvin varð 0-2 (14-21 og 15-21), og úrslitið hjá Aksel varð 0-2 (16-21 og

12-21).


Damudouble

Í damudouble vunnu Sigrun Smith og Guri Poulsen ímóti tveimum frá Isle Of Man. Gamaní blivu tað til trí sett, men tað var fult kontrol á teimum báðum settunum, sum okkara vunnu. Í finaluni taptu okkara móti Mille Kongstad og Aviaaja Greilser frá Grønlandi. Úrslitið varð 2-0 (22-20 og 21-16). Møguliga taptu vit, orsakað av at fyrireikararnir ikki høvdu fortalt okkum, at teir høvdu framskundað skránna, við tveimum tímum, fyrr enn 5-10 min., áðrenn vit skuldu byrja.


Damusingle

Í damsingle vunnu vit gullheiðursmerkið, ið vit høvdu vónað, men ikki tordu

rokna við. Sigrun Smith leveraði ein kanón tendraðan innsats, har tað vórðu

knyttir nevar eftir hvønn einstakan vunnanbólt.

Hon vann í tveimum settum móti Mille Kongstad úr Grønlandi, ið ongantíð fekk frið at spæla sítt spæl, og hon gjørdist eisini tíðuliga arg yvir at Sigrun bleiv við at fáa fatur á hennara bóltum. Sigrun vann 2-0 og settini vóru (21-11 og 21-14).


Mixdouble

Í mixdouble eydnaðist tað Sigrun Smith og Rógva Poulsen at vinna eitt bronsu

heiðursmerki. Tey taptu í tveimum settum móti tveimum sterkum Isle of Man-spælarum, ið heldur óvæntað, ikki vunnu finaluna.

Rógvi og Sigrun spældu frálíkt, men høvdu ikki orduliga nakað mótspæl til skjóta og flata spælið hjá mótstøðuni. Úrslitið varð 2-0 (21-15 og 21-18).


Samtalt

Samlaða heiðursmerkjatalið varð fimm í tali, og er tað størsta talið nakrantíð í oyggjaleikahøpi. Bítið av heiðursmerkjunum varð: tvær bronsu, tvær silvur og eina gull.