Tríggir dystir vóru í miðumfarinum í EM-endaspælinum í hondbólti í gjár, og nakrir brikkar eru falnir upp á pláss.
Greitt er, at Danmark hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni, og tað sær rættiliga gott út hjá Spania.
Íslendska vónin livir enn, men hon hongur í einum ógvuliga klønum tráði, tí skulu íslendingar koma í hálvfinaluna, mugu teir vinna á Danmark í morgin, samstundis sum Spania tapir fyri Makedonia – og tað er ógvuliga ósannlíkt.
Í millumbólki 1 er Danmark á odda við átta stigum, Spania hevur seks, Ísland fimm, Ungarn trý, Makedonia tvey og Eysturríki eitt stig.
Hoyr Eyðun Samuelsen taka saman um hondbóltsdystirnar í gjár, og hyggja fram í móti dagsins dystum, við at trýsta á pílin undir myndini
Dagsins dystir eru í bólki tvey og eru hesir:
Russland – Kroatia klokkan 14.45
Frankaríki – Hvítarussland 17.00










