Tað var einki at rafla um, tá ið íslendingar í dag sótu andlit til andlit við føroyingarnar við talvborðini í Reykjavík. Sætta umfar í EM kappingini fyri lið var á skránni. Undan hesum umfarinum vóru Føroyar omanfyri Ísland á stigatavluni, og tað saman við úrslitunum í seinastu innanhýsis uppgerðunum kundi kanska kveikja vón um, at tað skuldi eydnast føroyingunum at vinna ella røkka javnleiki.
Ísland vann sannførandi sigur. Úrslitið var 3 ½ - ½ . Einasti føroyingurin, sum megnaði at vinna úrtøku, var IM Helgi Dam Ziska, sum við hvíta fólkinum á fyrsta borði megnaði remis ímóti Hannes Stefansson, stórmeistara.
IM John Rødgaard tapti á øðrum borði við svørtum ímóti Heðinn Steingrímsson, stórmeistara, FM Rógvi Egilstoft Nielsen tapti við hvítum á triðja borði ímóti Hjørvar Steinn Gretarsson, stórmeistara, og á fjórða borði tapti IM John Arni Nilssen ímóti IM Guðmundi Kjartansson.
Í morgin klokkan 15 verður 7. umfar. Tá skulu Føroyar telva ímóti Belgia, sum er styrkismett sum nummar 16, meðan Føroyar eru styrkismettar sum nummar 34.