Eftir samtyktini verður serliga hugsað um húski við børnum, sum hava fingið skaða, ella sum stríðast við aðrar trupulleikar. Ætlandi verður talan um millum 10 og 15 fólk, men enn er ikki avgjørt, hvar tey skulu búgva.
ST heitti herfyri á limalondini um hjálp til at taka ímóti sýriskum fólki, sum eru flýdd undan borgarakrígnum til grannalondini.
Hanna Birna Kristjánsdóttir, innanríkisráðharri, er sera fegin um avgerðina hjá stjórnini, og hon er ikki í iva um, at Ísland er ført fyri at taka ímóti flóttafólkinum.
-Vit hava eitt gott heilsuverk og góðar vælferðarskipanir. Tað hevur stóran týdning, at vit kunnu hjálpa, serliga tá hugsað verður um, hvussu støðan er í landinum, haðani tey koma, sigur ráðharrin við Morgunblaðið. Hon dugir ikki at siga, hvat tiltakið fer at kosta íslendska ríkinum.