Ísland takkar fyri stuðulin

Føroyingar hava latið hálva millión til íslendska Reyða Kross. Stuðulin verður brúktur til at hjálpa teimum, ið eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík

Íslendski forsetin, Guðni TH. Jóhannesson, hevur í hesum sambandi sent løgmanni og øllum føroyingum eina tøkk.

 

Tað boðar Løgmansskrivstovan frá á Instagram vanga sínum. 

 

- Vegna allar íslendingar, takki eg føroyingum fyri vinarlagið og stuðulin, sum er vístur íbúgvum í Grindavík og okkum øllum eftir seinastu eldgosini á Reykjanesi. Peningurin sum er savnaður inn til Reyða Kross í Føroyum, kemur væl við. Vit standa yvirfyri einari stórari uppgávu at tryggja varandi bústaðarloysnir. Eg ynski føroyingum, okkara góðu vinum, alt tað besta.   

 

Hetta sigur Guðni TH. Jóhanneseson, forseti Íslands.