Ísland skal í eldin í kvøld

Illa kroysta Holland tekur í kvøld ímóti grannum okkara fyri vestan

Fótbóltsfepurin er ógvuliga høgur í Íslandi í dag. Í kvøld og kvøldið skal íslendska fótbóltslandsliðið spæla EM undankappingardystir ímóti ávikavíst Hollandi í Amsterdam og Kasakstan í Reykjavík.

Um tað eydnast Íslandi at vinna fulla úrtøku í kvøld og sunnukvøldið, so verður fyrsta íslendska luttøkan í einum endaspæli veruleiki.

Ísland skal vinna tveir dystir aftrat fyri at tryggja sær EM luttøku. Umframt hesar báðar dystirnar eigur Ísland seinni í heyst heimavøll ímóti Letlandi og útivøll ímóti Turkalandi.

 

Eftir seks umfør er Ísland á odda í bólki A við 15 stigum, Tjekka hevur 13 stig, og Holland hevur 10 stig. Tá ið Holland vitjaði á Laugardalsvøllinum, vann Ísland 2-0.

Á Kanal 6 og á RUV ber tað í kvøld til at síggja Ísland spæla ímóti Hollandi, sum í fjør vann bronsukrónur í HM endaspælinum.

Tjekka fær í kvøld vitjan av Kasakstan, og Turkaland fær vitjan av Letlandi.