Íslendingar hava aftur í kvøld stolið yvirskriftirnar í altjóða fótbóltspressuni. Eftir 1-0 sigur í Amsterdam ímóti HM bronsuvinnarunum í Hollandi restar Íslandi nú bara eitt stig í at røkka EM endaspælið næsta summar í Fraklandi.
Ísland hevur tríggjar dystir at greiða setningin í. Tann fyrsti verður sunnukvøldið, tá ið Kaskastan verður gestur á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Væl skipaðu, stríðsfúsu og evnaríku íslendingarnar vóru sannir brandar í verjupartinum, og teir spældu seg til fleiri upplagdar málmøguleikar enn heimaliðið, sum eftir stóran hálvan tíma varð undirmannað orsaka av reyðum korti. Tað var Bruno Martins Indi, ið sá reytt, tí hann slóð Kollbeinn Sigthórsson í andlitið.
Beinanvegin misnýtti Ísland fyri púra opnum máli, tá ið Jón Dadi Bøðvarsson eftir innlegg úr høgru og ein hálvan metur frá málstrikuni og mitt fyr ikki rakti bóltin.
Seks minuttir eftir steðgin skoraði Ísland sigursmálið við brotssparki, sum Gylfi Sigurðsson umsetti til mál, og løtu seinni rakti Ísland í stólpan.
Síðstu løtuna royndi Holland at trýsta, og eitt nú Wesley Sneijder hevði góða roynd. Hannes Halldórsson var tryggur millum stólparnar, og harvið eru tað í sjey dystum bara farin trý mál ígjøgnum hjá Íslandi, sum hevur málmunin 15-3!
Fleiri túsund íslendingar vóru eygnavitni í Amsterdam, og tað verður fullsett sunnukvøldið á Laugardalsvøllinum.
Úrslitini í bólki A í kvøld: Holland-Ísland 0-1, Tjekkia-Kasakstan 2-1 og Turkaland-Letland 1-1.
Nú tað resta trý umfør hevur Ísland 18 stig, Tjekkia 16, Holland 10, Turkaland 9, Letland 4 og Kasakstan 1 stig.
Sunnukvøldið: Letland-Tjekkia, Turkaland-Holland og Ísland-Kasakstan.