- Ísland millum bestu londini í Europa

Belgiski landsliðsvenjairn, Marc Wilmots, hevur stóra virðing fyri Íslandi sum fótbóltstjóð

Ísland hevur higartil bergtikið øll í bólki A. Lítla landið við einans 325.000 innbúgvum liggur á fyrsta plássi í bólki A, við fullum stigatalið.

 

Í annaðkvøld skal Ísland spæla venjingardyst móti Belgia, ið er ein onnur fótbóltstjóð í rúkandi menning.

 

Belgiski landsliðsvenjarin, hevur stóra virðing fyri mótstøðuliðnum hjá Belgia í annaðkvøld. Við belgisku heimasíðuna rtbf.be, sigur Marc Wilmots.

 

-       Ísland er millum bestu londini í Europa í løtuni. Teir hava higartil vunnið allar dystirnar í bólki A, og eru ógvuliga torførir at spæla ímóti. Teir eru væl skipaðir, disciplinerir og so eru teir krútsterkir í luftspælinum.

 

Higartil hevur Ísland spælt tríggjar dystir í bólki A. Ísland hevur vunnið allar tríggjar, uttan at hava latið eitt mál ígjøgnum.

 

Dysturin millum Belgia og Ísland verður leiktur í annaðkvøld klokkan 19:45.