Ísland: manslandsliðið í hondbólti fleiri hyggjarar enn HM-finalan í fótbólti

Átta av teimum 10 ítróttarsendingunum, ið høvdu flest hyggjarar í Íslandi í ár vóru dystir hjá íslendska manslandsliðnum í hondbólti

Ofta vera hondbóltsfjepparar kveistraðir burtur av fótbóltsfjepparum við útsøgnum sum: "Fótbólturin er nógv størri enn hondbólturin".

 

Tað passar helst heilt og lutvíst í nógvum londum kring heimin, at fótbólturin er ein størri ítróttargrein, men kortini ikki í øllum londum.

 

Íslendska kringvarpið, RÚV hevur kunngjørt eitt yvirlit við teimum 10 ítróttarsendingunum, ið høvdu flest hyggjarar í hesum árinum.

 

Og har sæst, at tann episka HM-finalan í fótbólti millum Frakland og Argentina, ið endaði 3-3 aftaná longda leiktíð, og endaði við brotssparkskapping er bert nummar tvey á yvirlitinum.

 

Íslendska manslandsliðið fór fjórða árið á rað við fyrsta plássinum á yvirlitinum hjá RÚV.

 

Tann ítróttarsendingin flestir íslendingar hugdu eftir í 2022 var dysturin millum Ísland og Frakland í millumspælinum í EM-endaspælinum í januar. 60,4 prosent av øllum íslendsku hyggjarunum sóu dystin, ið hvussu er ein part av tíðini. Í meðal hugdu 45,8 prosent av íslendsku hyggjarunum eftir dystinum.

 

Í meðal hugdu 41,8 prosent eftir HM-finaluni í fótbólti millum Frakland og Argentina. 61,6 prosent sóu dystin ein part av tíðini, men miðaltalið er lægri enn fyri hondbóltsdystinum millum Ísland og Frakland í januar.

 

Íslendska manslandsliðið í hondbólti eigur átta av 10 teimum ítróttarsendingunum íslendingar hugdu mest eftir í hesum árinum. 

 

Íslendska kvinnulandsliðið í fótbólti eigur triðja plássið. Í meðal hugdu 41,3 prosent eftir dystinum millum Ísland og Frakland í EM-endaspælinum í Onglandi í summar.