Týskvøldið verður tað avgjørt, um tvey, eitt ella einki av norðurlondunum fer at luttaka í HM endaspælinum í Brasil í juni-juli næsta summar.
Í kvøld var fyrri hálvleikur í finaluumfarinum. Ísland átti heimavøll ímóti Kroatia. Á Laugardalsvøllinum megnaði Ísland 0-0 ímóti kviku, fimu og bólttryggu kroatunum.
Íslendingar vístu framúr hugburð, og ikki minst løgdu teir nógv fyri í 2. hálvleiki, tá ið teir vóru undirmannaðir. Spanski dómarin vísti verjuspælaranum Ólafur Inga Skúlason av vøllinum, tí hann metti, at íslendingurin hevði nýtt neyðbremsuna.
Eftir dystarlok segði Lars Lagerbäck, svenski venjarin hjá Íslandi, at hann stóð við blandaðum kenslum.
-Eg kann ikki annað enn vera nøgdur við framúr avrikið, sum okkara spælarar vístu. Samstundis eri eg alt annað enn nøgdur við dómaraavrikið. Spanski dómarin hevði ikki ein av sínum bestu døgum, og hann var avgjørt ikki heimadómari, var niðurstøðan hjá íslendska venjaranum, sum ikki hevur mist mótið um, at tað skal eydnast Íslandi fyri fyrstu ferð nakrantíð at spæla seg í HM endaspælið:
-Um vit í Zagreb megna at skora eitt mál, so skulu mótstøðumenninir skora í minsta lagi tvey mál. So vit kunnu ikki annað enn siga, at tað framvegis er spenningur, um tað nú verða vit ella kroatarnir, sum skulu luttaka í endaspælinum í Brasil, segði Lars Lagerbäck.









