Fyri lítlari løtu síðani vann Ísland tryggan 33-27 sigur á Eysturríki í millumbólki 1 í EM-endaspælinum í hondbólti.
Frammanfyri stórari áskoðarafjøld í Boxen í Herning vóru íslendingar serliga sannførandi í fyrra hálvleiki. Tá farið var til steðgin vóru frændir okkara á odda 17-9. Fyri Ísland hevði tað stóran týdning at vinna, tí teir høvdu bert eitt stig við sær frá tí innleiðandi bólkinum. Nú hava íslendingar trý stig. Mánadagin skulu íslendingar spæla ímóti Makedonia.
Málskjúttarnir hjá Íslandi:
Guðjón Valur Sigurðsson - 7 (2)
Ólafur A. Guðmundsson - 6
Róbert Gunnarsson - 5
Þórir Ólafsson - 5
Ásgeir Örn Hallgrímsson - 4
Rúnar Kárason - 2
Aron Pálmarsson - 2
Kári Kristján Kristjánsson - 1
Snorri Steinn Guðjónsson - 1
Toppskjútti hjá Eysturríki var Konrad Wilczynski við seks málum.
Fyrr í dag vann Ungarn 31-25 á Makedonia. Danmark og Spania, sum spæla seinni í kvøld hava fýra stig fyri tveir dystir. Ísland og Ungarn hava trý stig fyri tríggjar dystir. Makedonia hevur tvey stig fyri tríggjar dystir, meðan Eysturríki einki stig hevur.









