Tað gjørdist greitt í gjárkvøldið, tá Ísland spælldi tann seinna kvalifikatiónsdystin ímóti Bosnia. Hann endaði við javnleiki 29-29 eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Bosnia. Men hóast tað eydnaðist íslendingum at stríða seg upp á javnleik í seinna hálvleiki, var tað ikki nóg mikið, tí Bosnia vann tann fyrra við einum máli og sleppur sostatt til Qatar.
Teir íslendsku spælararnir vóru sera vónbrotnir aftan á dystin, og teir ásannaðu, at nú verður tað enn truplari hjá Íslandi at sleppa til teir olympisku summarleikirnar í Rio de Janeiro.










