Seinnapartin klokkan 13 verður lutakastið um, hvussu tey átta liðini, sum endaðu sum tveyarar í bólkunum í europeisku HM-undankappingini, skulu spæla sínar sokallaðu “play-off” dystir.
Serliga spennandi man tað vera hjá íslendingum at vera eitt av londunum, sum eru í pottinum, tá drigið verður, tí so nær hevur Ísland ongantíð áður verið einum HM-endaspæli. Sum nú er, er Ísland tveir dystir frá at koma við til HM í Brasil.
FIFA hevur styrkismett tey átta londini í tveimum bólkunum, so fýra tey sterkaru – Portugal, Grikkaland, Kroatia og Ukraina – eru í øðrum bólkinum, og fýra tey veikaru – Frakland, Svøríki, Rumenia og Ísland – eru í hinum.
Henda styrkismeting merkir, at Portugal, Grikkaland, Kroatia og Ukraina ikki koma at møta hvørjumøðrum, men fáa annaðhvørt Frakland, Svøríki, Rumenia ella Ísland sum sítt mótstøðuland í “play-off” dystunum.
Lutakastið verður á FIFA-høvuðsstøðini í Zürich, og tað ber til at fylgja beinleiðis við í tí á heimasíðuni hjá altjóða fótbóltssamgonguni, www.fifa.com.