Ísland endaði á einum heiðurligum fjórða plássi í EM-endaspælinum, ið var lokið farna sunnudag.
Íslendingar iðra seg um, at teir ikki megnaðu at vinna eitt heiðursmerkið á hesum sinni.
Íslendingar kunnu tó gleðast um, at teir ongantíð áður hava skotið so nógv mál í einum EM-endaspæli. Hesaferð skutu íslendingar 296 mál, ið er tað mesta nakrantíð í einum EM-endaspæli.
Íslendingar skutu í níggju EM-dystum í meðal 32,9 mál, ið eisini er tað mesta nakrantíð í einum EM-endaspæli.
Her eru tølini hjá Íslandi fyri EM-endaspølini í hesari øldini:
| Ár (og tal av dystum) | Skotin mál: | Miðaltal: |
| 2000 (6) | 147 | 24,5 |
| 2002 (8) | 221 | 27,6 |
| 2004 (3) | 87 | 29,0 |
| 2006 (6) | 190 | 31,7 |
| 2008 (6) | 157 | 26,1 |
| 2010 (8) | 249 | 31,1 |
| 2012 (6) | 177 | 29,5 |
| 2014 (7) | 199 | 28,4 |
| 2016 (3) | 92 | 30,7 |
| 2018 (3) | 74 | 24,7 |
| 2020 (7) | 194 | 27,7 |
| 2022 (8) | 230 | 28,7 |
| 2024 (7) | 200 | 28,6 |
| 2026 (9) | 296 | 32,9 |
| Samanlagt | 2513 | 179,5 (28,9) |
Kelda: handbolti.is











