Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, heldur lítið um tilboðið frá ES, Noregi og Føroyum um at koma upp í semjuna um makrelbýtið í ár.
Sjávarútvegsráðherra segir það fráleitt að ganga á þessu ári inn í makrílsamning Evrópusambandsins, Færeyja og Noregs, því markvisst eigi að stunda ofveiði. Öðru máli gegni hinsvegar um næstu ár, þegar veiða eigi samkvæmt ráðgjöf.
-Nei, eg haldi ikki, at vit fara at taka av hasum tilboðnum, segði hann við íslendskar fjølmiðlar í gjárkvøldið. Hann legði afturat, at semjan millum teir tríggjar partarnar elvir til stóra ovveiði í ár, og hesum kann Ísland ikki taka undir við.
-Men semjan er fyri fimm ár, og tá ætla partarnir at fylgja ráðgevingini, so vit fara at kanna málið og at umhugsa støðu okkara tá, segði ráðharrin.
Fiska alt ov nógv
Í semjuni millum ES, Noreg og Føroyar er eitt ávíst lutfall av heildarkvotuni sett av til onnur strandarlond, og íslendingar kunnu vænta sær knappliga 150.000 tons, um teir fara upp í semjuna.
-Í sjálvum sær er hetta ikki eitt tilboð, men vit hava hoyrt í tíðindunum, at íslendingum stendur í boði at koma upp í semjuna. Men vit fara undir ongum umstøðum at taka undir við semjuni um fiskiskapin í hesum árinum, segði Sigurður Ingi Jóhannsson.
-Vit fara ongantíð at gera sáttmála, sum er grundaður á, at veiðan verður upp ímóti 50 prosent størri enn ráðgevingin, segði íslendski fiskimálaráðharrin.










