Skúlar og arbeiðspláss í Íslandi vóru ikki í fullari ferð seinnapartin. Klokkan 14.30 var fyrsta bríksl í avgerandi EM kappingardystinum ímóti Montenegro ella Svartafjalli, sum íslendingar siga. Áhugin fyri hondbólti er stórur í Íslandi, og hann er ikki minni nú, Ísland er á gáttini at vinna seg í hálvfinaluna í EM endaspælinum, hóast einir tíggju av bestu spælarunum stóran part av tíðini hava verið koronaraktir og hava sitið í sóttarhaldi suðuri í Ungarn.
Ísland vann 34 – 24 ímóti Montenegro. Tað ber við sær, at Ísland framvegis hevur møguleika at spæla hálvfinalu fríggjadagin. Hetta er treytað av, at Danmark í kvøld – fyrsta bríksl verður klokkan 19.30 – vinnur fulla úrtøku ímóti Fraklandi, sum spælir fyri at vinna seg í hálvfinaluna. Danmark tryggjaði sær mánakvøldið sess í hálvfinaluni.
Í dag vóru Aron Pálmarsson, Bjarki Már Elísson og Elvar Örn Jónsson tøkir aftur, og íslendingar spældu í sama lagi, sum teir gjørdu, tá ið teir leygardagin vunnu 29 – 21 ímóti fronsku OL gullvinnarunum, hóast Aron Pálmarsson, sum skoraði tvey tey fyrstu málini og verður roknaður at vera lyklaspælari, tíðliga í fyrra hálvleiki fór skaddur av vøllinum.
Í dag vann Ísland 34 - 24 ímóti Montenegro eftir hálvleisstøðuna 17 – 8. Hóast stóra leiðslu undan steðginum, so koyrdi Guðmundur Guðmundsson á sínar menn, og grannar okkara fyri vestan spældu og stríddust framúr allan dystin á tamb. Fyrstu løtuna eftir steðgin skoraði stórspælarin Milos Vujovic fleiri mál, og munurin tódnaði niður í fimm mál, men við Ómar Inga Magnússon sum toppskjútta – hann skoraði 11 mál – vunnu íslendingar við tíggju málum. Ikki færri enn 11 spælarar skoraðu fyri Ísland, sum nú er tryggjað í hvussu so er at spæla um fimta plássið.
Aftur í dag var Viktor Gísli Hallgrímsson, sum undan kappingini var roknaður av vera næstbesti íslendski málverjin, framúr stinnur. At Montenegro í fyrra hálvleiki skoraði átta mál sigur, at íslendska verjan var sera góð, og álopsspælið fleyt væl og málhóttanirnar vóru øgiligar, um tað so var mitt fyri og við langskotum, hoppskotum og av strikuni ella í borðunum.
Tað er greitt, at Spania, Svøríki og Danmark vera við í hálvfinalunum fríggjadagin. Síðstu dystirnir í millumumfarinum eru hesir:
Niðurlond - Kroatia kl. 17.00
Danmark - Frakland kl. 19.30
Um Danmark vinnur ímóti Fraklandi, verður Ísland fjórða liðið í hálvfinaluni. Um tað endar javnt ella við fronskum sigri, so verður Frakland fjórða liðið í hálvfinaluni.
-Nú er hetta ikki í okkara hondum, men sjálvandi vóna vit, at Danmark fer at vinna ímóti Íslandi, siga íslendsku spælararnir, sum ætla sær at fylgja við í dystinum millum Danmark og Frakland. Tað sigur íslendski venjarin Guðmundur Guðmundsson, at hann ikki ætlar sær at gera. Hann ætlar sær at ganga ein langan túr, meðan Danmark og Frakland fara at dystast.