Íslendingar eru í góðum fótbóltshýri í dag. Miðlarnir í grannatjóðini fyri vestan stórfegnast um fínu avrikini, sum íslendingar í gjárkvøldið megnaðu á altjóð fótbóltspallum, og sum bera vónir við sær um, at Ísland skal megna at spæla seg í fleiri endaspøl.
Í Letlandi vann A-landsliðið sannførandi 3-0 sigur. Fyri einum mánað síðani vann Ísland 3-0 á heimavølli ímóti Turkalandi. Harvið er Ísland saman við Tjekkia á odda í undankappingarbólki A við seks stigum fyri tveir dystir. Holland er á triðja plássi við trimum stigum, Kazakhstan og Letland hava eitt stig, og Turkaland eigur framvegis fyrsta stigi til góða, nú øll liðini hava spælt tveir dystir.
Tvey tey fremstu eiga rætt til pláss í EM endaspælinum, sum verður í Fraklandi í 2016. Tann, sum endar á triðja plássi, hevur eisini møguleika.
Svenski Lars Lagerbäck er venjari hjá Íslandi. Hann var ovurhonds væl nøgdur við úrslitið í gjárkvøldið ímóti letlendingum:
-Teir eiga eitt gott lið, og tí sigur tað nógv um okkara avrik, at tað kortini eydnaðist at vinna 3-0 á útivølli ímóti teimum. Vit hava verið sannførandi í tveimum teimum fyrstu umførunum, men enn er vegurin langur til Fraklands, og vit vita, at tað bíða okkum sera góð mótstøðulið, segði Lars Lagerbäck við íslendskar miðlar.
Longu mánakvøldið skulu íslendingar aftur í eldin. Tá fáa teir vitjan av Hollandi, sum ikki hevur havt besta inngangin í hesi kappingini. Eftir 2-1 tap í Tjekkia stóð tað eina løtu í gjárkvøldið illa til hjá Guus Hiddink og hansara monnum. Á heimavølli lógu teir leingi undir ímóti Kazaksthan,men síðsta lítla hálva tíman eydnaðist tað at skora tríggjar ferðir og harvið at vinna 3-1.
At íslendskur fótbóltur hevur lyft seg í altjóða høpi varð eisini staðfest í Aalborg í gjárvøldið. Tá spældu Danmark og Ísland fyrru ferðina um at vinna pláss í U-21 EM endaspælinum. Árgangurin hjá dønum er sera góður, og liðið hevur vunnið nógv og skorað nógv mál – sjey í teimum báðum dystunum frammanundan. Íslendingar megnaðu at halda tætt. Úrslitið var málleysur javnleikur, og nú verður tað avgjørt týsdagin í Íslandi, um tað verður Danmark ella Ísland, sum skal luttaka í endaspælinum í Tjekkia næsta summar.