Ísland at kalla somu makrelkvotu sum Føroyar

Ísland er ikki við í makrelsemjuni, men ásetir sær næstan líka stóra kvotu sum ta føroysku.

Tá Føroyar, Noreg og ES samdust um, hvussu makrelurin skal býtast í ár, settu tey 15,6 prosent av heilsdarkvotuni ella góð 193.000 tons av til Ísland, Russland og Grønland. Men hendan nøgdin røkkur ikki og minni enn so.

Tá teir tríggir partarnir høvdu býtt sínámillum, vóru góð 193.000 tons eftir, og nú Grønland og Ísland hava tillutað sær kvotu, eru kvoturar væl oman fyri heildarkvotuna.

 

Grønlendingar hava sum kunnugt gjørt av at fiska 100.000 tons í ár, og nú ljóðar, at íslendingar fara at loyva sínum skipum at fiska 147.000 tons av makreli í 2014. Tað er næstan líka nógv sum tann føroyska kvotan, sum er 156.240 tons.

 

Sambært Morgunblaðnum verður íslendska kvotan roknað sum 16,5 prosent av kvotutilmælinum hjá ICES, sum er 890.000 tons. Í øðrum lagi svarar nøgdin til 11,9 prosent av heildarkvotuni, sum Ísland og Noreg samdust um í fjør, skrivar blaðið. 

 

Íslendingar rokna við, at makrelfiskiskapurin fer at taka seg upp í íslendskum sjógvi um hálvan juni.